Persónsverndarpolitikkur

 
 
 

1. Yvirlit

Hjá Freya Water taka vit dátuvernd í størsta álvara. Hesin persónsverndarpolitikkur greiðir frá, hvussu vit savna, nýta og verja persónligar upplýsingar frá okkara kundum, veitara og vitjandi á okkara heimasíðu og í okkara tænastum – í samsvari við galdandi lógir í Føroyum, Danmark, USA og ES.

2. Hvørjar upplýsingar savna vit?

Vit savna og viðgera hesar persónsupplýsingar:

  • Navn, teldupostadressur,telefonnummer og útberings/fakturerings bústað

  • Samskiftissøgu við Freya Water

3. Hvussu savna vit upplýsingarnar?

Vit savna upplýsingar:

  • Beinleiðis frá tær, tá tú vendir tær til okkum, meldar teg til ella brúkar okkara tænastur

  • Gjøgnum samskifti, formularar og bookingskipanir

4. Til hvat verða upplýsingarnar nýttar?

Vit brúka upplýsingar til:

  • At veita og umsita okkara tænastur

  • At halda samskifti við teg sum keypara ella veitara

  • At betra um brúkaraupplivingina

  • At tryggja, at allar sølur, avrokningar og avtaluviðurskifti verða røtt og trygg

5. Deiling við triðjapartar

Vit deila ikki tínar upplýsingar við óviðkomandi partar. Upplýsingar kunnu tó latast triðjaparti, tá hetta er neyðugt fyri at veita tænastur (t.d. flutningsfelag), og tá hetta er í samsvari við lóg.

6. Rættindi hjá tær

Sum brúkari hevur tú rætt til:

  • At fáa innlit í, hvørjar upplýsingar vit hava um teg

  • At krevja rættingar ella striking av upplýsingum

  • At mótmæla ella avmarka viðgerð av upplýsingum

Tú kanst altíð seta teg í samband við okkum á freya@freyawater.fo, um tú vilt nýta hesi rættindi.

7. Trygd

Vit hava sett í verk hóskandi tøknilig og organisatorisk trygdartiltøk fyri at verja tínar upplýsingar móti ólógligari atgongd, tapi og misnýtslu.

8. Goymsla av upplýsingum

Upplýsingar verða goymdar so leingi, sum tað er neyðugt fyri at veita tænastur og uppfylla lógarkrav. Vit sletta ella anonymisera upplýsingar, tá tær ikki longur eru neyðugar.

9. Børn

Vit savna ikki upplýsingar beinleiðis frá børnum. Um tú ert undir 16 ár, mugu foreldur ella verji geva samtykki.

10. Set teg í samband

Hevur tú spurningar um persónsvernd, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum:
Freya@freayawater.fo
Freya Water

Scroll to Top